Tíðindi

Hugleiðing eftir Jákup Símun Simonsen

26/09-2017

Hoyvíkar skúli 40 ár

Hugleiðingar nú 40 ár eru liðin, síðani Hoyvíkar skúli – ella Nýggi skúli -, sum vit róptu hann tá, varð tikin í brúk.

Sjálvur fór eg í skúla í 1972 í Gamla skúla á Hvítanesvegnum. Byrjaði ikki beinanvegin, tí eg var bert 6 ára gamal tá. Men av tí, at flestu javnaldrarnir vóru farnir í skúla, so fór eg niðan hvørt fríkorter at spæla við skúlabørnini. Hetta helt á í eina tíð, men so ringdi telefonin heima, og Margretha Næs, ið tá var 1. lærari, tosaði við mammu, um eg ikki hevði hug at byrja at ganga í skúla av tí, at eg altíð var rundan um skúlan. Minnist, hvussu glaður eg varð, og spennandi var at fara í skúla.  Margretha hevði stílað so fyri, at øll stóðu í eini røð og ynsktu mær vælkomnan í skúla.

Hetta fyrsta árið varð eisini gingið í skúla leygardag, men í 1973 kom oljukreppan, og so var givist at ganga í skúla leygardag. Av tí at børnini fjølgaðust, so var eisini gingið í skúla á Hvítanesi. Okkara flokkur gekk triðja og fimta skúlaár uppi á Hvítanesi. Tað vóru minniligar løtur. Hvítanes hevði havt skúla frá 1915. Smíðlæru høvdu vit úti á Argjum hjá Viggo Olsen. Tað var einaferð um vikuna.

Áður var skúlastova á Sanatoriinum fyri hoyvíksbørn, men vegna smittuvandan varð hetta steðgað. Skúlastova var eisini í sethúsunum hjá abbabeiggja, Hans Simonsen, Uttan fyri Garðar. Neytini stóðu til vinstru, tá komið var inn í kjallaran, og skúlastovan var til høgru. Tá gramdu tey seg ikki um inniklima. 

Nýggja útstykkingin uppi á Mann í Hoyvík gjørdi, at barnatalið vaks, og neyðugt var tí at byggja nýggjan skúla. Hann varð tikin í brúk í 1977, men hann var ikki heilt liðugur, og varð hann vígdur í november mánaði í 1980. Hann var fyrsti bygningur oman fyri Vegin langa, og hildu vit, at hann stóð heilt uppi í haganum.

Minnist væl tann dagin, vit fóru úr Gamla skúla í Nýggja skúla. Lærararnir syrgdu fyri, at vit bóru bøkur og annað við okkum, og so fóru vit “marsjerandi” niðan Mannbrekku. Onkur hevði trummu við, so tað skuldi hoyrast – haldi eisini, at vit sungu niðaneftir.

Sum eg helt, tað var stórt at koma inn í miðhøllina. Har varð borðhald, og fekk eitt umboð fyri hvønn flokk handað eitt blómutyssi við tillukkuynski við skúlanum. Ikki vóru vit so mong at byrja við – kanska eini 75 børn. Har gingu vit so í 6. og 7. flokki, til vit fóru víðari oman í Eysturskúlan í framhaldsdeild. Tá var ongin framhaldsdeild í Hoyvíkar skúla.

Jú - har vóru góðar løtur í Hoyvíkar skúla. Fittir og dámligir lærarar. Eg minnist eisini, hvussu keddur eg var, tá ið vit skuldu siga skúlanum farvæl eftir 7. flokk. Hetta at fara úr tí trygga og kenda heimaumhvørvinum oman til Havnar at ganga í skúla.

Tey fyrstu árini var Margretha Næs 1. lærari. Petur Dahl varð settur 1. lærari í 1978, og var hann skúlastjóri frá 1994.

Tað er nógv broytt her í Hoyvík hesi árini. Frá tí fyrsta ein minnist, vóru bert eini tjúgu húski og í dag oman fyri 1.000.

Fari við hesum hugleiðingum at ynskja næmingum og lærarum hjartaliga til lukku við 40 árunum hjá Hoyvíkar skúla.

Jákup Símun Simonsen

19.04.2024
Talgildur harðskapur – hvat gera vit?
04.04.2024
Toastdagur verður týsdagin, 9. apríl
03.04.2024
A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vitjar í morgin
26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór