Reglugerð

Uppmøting

Tað hevur stóran týdning, at næmingarnir eru í skúla allar skúladagar. Í góðari tíð boðar skúlin frá, nær frídagarnir eru, so heimini kunnu leggja ferðir og annað til rættis.

Flokslærarin kann geva næmingum frí einstakar tímar og upp til tveir dagar. Bert skúlans leiðsla kann geva næmingi frí longri enn tveir dagar.

Næmingarnir skulu møta til tíðina. Um teir hava verið burtur úr skúlanum, skulu teir hava seðil við heimanífrá.

  • Tú skalt møta í skúla og til allar tímar til tíðina.

Skúladagurin í tímunum

Hvør flokkur hevur sína skúlastovu, og harumframt eru felagsøki til øll at nýta. Hesi eru námsfrøðiligi tænastudepilin, pyramiduhøllin, næmingaverkstaðurin og geingirnar. Í tímunum má arbeiðsfriður valda.

Skúlin hevur serstovur til H&L, náttúru/tøkni, lesiskeið o.a.

Um lærari er burturstaddur, og eingin lærari er at seta í staðin, skal flokkurin vera inni í skúlastovuni, um teir ikki fáa onnur boð.

  • Tú sleppur at arbeiða í øllum felagsøkjunum, har og nær lærarin gevur tær loyvi.
  • Námsfrøðiligi tænastudepilin og serstovurnar skulu vera ruddaðar, tá tú fert frá teimum.

Fríkorterini

Reglan er tann, at næmingarnir skulu út í skúlagarðin í fríkorterinum. Hetta er best fyri teir. Men er veðrið ov ringt at fara út, hava teir loyvi at vera inni í skúlastovuni ella í felagsøkjunum. Tó við ávísum fyritreytum. Tað er loyvt at hugna sær við friðarligum spølum. Ófriðarlig spøl, eitt nú bóltspøl eru bara loyvd uttandura.

Garðvaktir ansa eftir næmingunum. Tað er neyðugt at øll vísa fyrilit.

  • Í fríkorterinum fert tú út í skúlagarðin at spæla.
  • Í ringum veðri er loyvt at vera inni.
  • Grønt flagg merkir ÚT
  • Reytt flagg merkir TAÐ ER LOYVT AT VERA INNI
  •  Alt spæl skal vera soleiðis, at tað verður ongum at meini og ikki tarnar øðrum at spæla.
  • Inni er bara friðarligt spæl.
  • Hevur tú hug at renna, spæla bólt, hoppa band og líknandi, eigur tú at fara út í skúlagarðin.
  • Tú skalt halda teg á skúlaøkinum allan skúladagin.

Matarsteðgur

Næmingar, sum eru í skúla seinnapart, eiga at hava matpakka við. Tað ber til at melda seg til matarskipan á skúlanum.

  • Í matarsteðginum situr tú  í skúlastovuni og etur.
  • Eftir matarsteðgin ruddar tú upp eftir tær.

Røklaskipanin

Allir flokkar hava røklaskipan. Røklarnir skulu halda stovuna ruddiliga, lufta út eftir hvønn tíma, og tá skúladagurin er av.

Harumframt eru røklar á felagsøkjunum og uttanfyri. Hesir skifta millum teir ymisku flokkarnar. Teir ansa eftir, at øll rudda upp eftir sær, og at felagsøkini eru vøkur og ordilig.

  • Røklarnir hava skyldu at gera røklaarbeiðið væl og virðiliga.
  • Sí vegleiðing fyri røklarnar.

Atburður

Vit vænta, at næmingarnir sýna ein góðan atburð og nýta ein góðan málburð móti hvør øðrum og starvsfólki.

At fyribyrgja happing verður undirvíst í Stig fyri Stig í øllum flokkum.

  • Tú vísir góðan atburð móti øllum.
  • Tú tosar hampuliga við øll.
  • Happing er ongantíð í lagi.

Umhvørvi

Vit hava øll ábyrgd av felagsøkjunum, og øll mugu fara væl um alt, sum skúlin eigur. Vit ynskja, at næmingarnir skulu hava ein skúladag í einum kveikjandi umhvørvi við avbjóðingum, har teir fegnast og undrast og leita sær svar uppá spurningar.

Men skal hetta eydnast, er neyðugt, at øll geva umhvørvinum ans og hvør øðrum arbeiðsnáðir.

  • Tú skalt fara væl um og geva tær sjálvum og øðrum arbeiðsnáðir.
  • Alt, sum skúlin eigur, er eisini títt. Tú hevur medábyrgd av øllum.
  • Alt rusk skal í ruskíløtini.

Undirvísingartilfar og annað

Næmingarnir fáa neyðugar bøkur frá skúlanum at brúka. Einnýtisbøkurnar eigur næmingurin, hinar bøkurnar og annað tilfar er at rokna sum lán. Pappír skal leggjast um bøkurnar, og heimið hevur ábyrgd av, at farið verður væl við øllum.

Endurgjald kann verða kravt, um okkurt verður burtur ella oyðilagt.

  • Tú eigur at fara væl við øllum, sum tú fært ella lænir úr skúlanum.

Ymiskt

Næmingar kunnu hava fartelefon við í skúla, um foreldrini halda tað vera neyðugt, men hon skal vera sløkt í tímunum, og tá lærarin gevur boð um tað.

Um telefonin verður misbrúkt í skúlanum, verður hon tikin frá næminginum og borin inn á stjóraskrivstovuna. Har kunnu foreldrini heinta hana.

Royking er ikki loyvd.

  • Fartelefonir og annað skal vera sløkt í tímunum, og tá ið lærarin sigur tað.
  • Royking er ikki loyvd.

 

Um næmingur ikki heldur seg til omanfyri nevndu reglur, verður henda mannagongd nýtt:

Lærarin tosar við næmingin/næmingarnar um trupulleikan.
Um hetta ikki hjálpir, vendir lærarin sær til flokslæraran, sum tekur yvir. Møguliga saman við toyminum. Tosað verður við næmingin.
Er hetta ikki nóg mikið, vendir flokslærarin sær til heimið.
Heldur flokslærarin tað vera neyðugt at gera meira við málið, letur hann tað til leiðsluna.
Leiðslan tekur yvir. Tosar við næmingin og vendir sær møguliga til heimið.

Um næmingur sýnir sera óhøviskan atburð, kann hann verða vístur beinleiðis til leiðsluna, sum ger av, hvat verður gjørt í tí einstaka førinum.