Vikuætlan

Vikuætlan

Vika 14 - 2020

Mánadagur
30. mars
Kæru næmingar og foreldur
Um tað kennist tungt at sita einsamallur/møll við heimasetninginum, og tú, ta løtuna, ikki hevur nakran at lesa upp fyri, so kanst tú eisini samstarva og lesa upp fyri floksfelaga via skype, messenger e.l. Tit sleppa í mesta lagi at vera tvey, sum samstarva.
Hava tit spurningar, so kunnu tit senda mær ein teldupost ella eitt sms, so skal eg venda aftur til tykkara.
Teldupostadressa: janus.t.olsen@skulin.fo
tlf. 265155
Føroyskt
Lesið s. 156 - 157. Venjið fyrst sjálv og strika undir trupul orð - lesið síðan eitt brot hart fyri einum vaksnum - tit velja sjálv, hvat brot tit vilja lesa hart. Tosið um truplu orðini.
Enskt
Heima: Hoyrið, lesið og umsetið saman við einum vaksnum s.75-76 "Going home" - Track 62.

Vitjið síðani heimasíðuna:

https://www.gamestolearnenglish.com/phrase-maker/

Her venja tit klokkuna - Trýstið á "play" og veljið síðani "Time"
Um tað er ov torført, kunnu tit velja "Easy" í "Settings" uppi í vinstra horni.
Týsdagur
31. mars
Leinkja vísir tykkum ymsar roknihættir http://legiskolen.dk/video.php
Links til spøl og venjingar eru niðanfyri, um tit hava hug.
Føroyskt
Lesið s. 158 - 159. Venjið fyrst sjálv og strika undir trupul orð. Lesið s. 159 saman við einum vaksnum. Tit skulu siga tað, sum Vitello sigur, og tey vaksnu siga tað sum Kamma sigur. Aftaná býta tit um - tit eru nú Kamma og tann vaksni er Vitello.
Støddfrøði
Heima: Rokna s. 1,2 og 3. Leinkja er niðanfyri "Støddfrøði hesa vikuna".
Um tit hava hug kunnu tit fara inn á leinkjuna niðriundir hinari og skapa eina dragu at flúgva við :)
Danskt
Lesið bóklingin "Sólstøður" á føroyskum við einum vaksnum.
Síðan hoyrir og lesur tú sama bókling á donskum til s.15. Ljóðfíla er í bóklinginum.
Sí leinkju:
http://d113.web.wwi.dk/da/node/1141?comparelang=da&page=1
Mikudagur
1. apríl
Føroyskt
Lesið 20 min. frílestur
Náttúra og tøkni
Lesið bóklingin "Flytifuglar í Føroyum"
Sí leinkju:
http://d113.web.wwi.dk/da/node/244?page=1
Støddfrøði
Heima: Rokna s. 4, 5 og 6 - Leinkjan er at finna niðanfyri "Støddfrøði hesa vikuna".
Enskt
Tit venja aftur klokkuna - Sí leinkju:

https://www.gamestolearnenglish.com/phrase-maker/

Trýstið á "play" og veljið síðani "Time"
Um tað er ov torført, kunnu tit velja "Easy" í "Settings" uppi í vinstra horni.

Um tit hava tíð, so er gott, um tit aftaná velja og venja "Countries"
Kristnikunnleiki og átrúnaður
Lesið "Jødisku páskirnar" og "Spøl á páskum"
Sí leinkju í boðklivanum.
Hósdagur
2. apríl
Støddfrøði
Heima: S. 7, 8 og 9. Leinkjan liggur niðanfyri "Støddfrøði hesa vikuna".
* Um tit hava hug, so er eitt spæl niðanfyrr:"Ringla í boblurnar", við tilhoyrandi terningi.
Føroyskt
Lesið 20 min. frílestur.
Náttúra og tøkni
Lesið bóklingin "Grindahvalur"
Sí leinkju:
http://d113.web.wwi.dk/da/node/850?page=1
Ítróttur
Styrki (koyrið sangin, Cry me a river hjá Justin Timberlake, frá á youtube): 20 búkvenjingar, 20 ryggvenjingar, 10 armstrekkjingar, 40 squats og enda við planka við strektum armum 30 sek, tey ið klára tað gera í 1. min.

Hopp (koyrið sangin Are you with me hjá Lost Frequencies, frá á youtube): Gerið ymisk hopp - vitið um tit klára at vera í gongd allan sangin.

Fríggjadagur
3. apríl
Føroyskt
Lesið s. 160 - so er søgan um Vitello liðug. Finnið navnorð á s. 159 (í Nem). Hesa ferð skulu tit ikki býta eftir kyni, men skriva navnorðini í eintal, fleirtal, bundin og óbundin. Roynið at finna uml. 8 navnorð á síðuni.

Skrivið í heftið - gerið tykkum ómak.
Dømi:

Eintal
ein bjørn
hin bjørnin

Fleirtal
fleiri bjarnir
hinar bjarnirnar

Eintal
eitt lív
hitt lívið

Fleirtal
fleiri lív
hini lívini

Hetta er ringt, men roynið so gott tit kunnu :) Tit mugu gjarna brúka somu orðini, sum eg havi brúkt í døminum og so royna at finna 6 navnorð afturat. Nokkso snilt eisini at brúka Sprotan (netorðabókin).
Spæl í donskum
Hoyrið og lesið bóklingin "Hunden - et kæledyr"
Sí leinkju: http://d113.web.wwi.dk/da/hunden-et-k%C3%A6ledyr?page=1

Um tit hava printara, kunnu tit royna spælið undir vikuætlanini -"Slanger og stiger"
Í minsta lagi 2 luttakarar.
Páskafrí
Góða páskaferiu okkara fittu, rokaligu og deiligu næmingar. Vit vóna, at tit øll hava tað gott og vit hopa, at vit sleppa at síggja tykkum skjótt aftur.

Janus, Elin og Kristbjørg

Slanger og stiger 120 ord.pdf  Spæl í donskum

Bræv til foreldrini

Viðvíkjandi undirvísing komandi 14 dagarnar, nú skúlin er stongdur.

Samband:     Janus T. Olsen - Tlf: 265155

Hví er umráðandi at lesa frílesing dagliga?

Trýst á leinkjuna omanfyri:)

Morgunsangur - Sí boðklivan

200kr skulu flytast á flokskonto: 6460 - 5514047

Peningurin verður nýttur til tilfar, leikur og hugna.