Vikuætlan

Vikuætlan

Vika 37 - 2026

Mánadagur
7. september
8.a skal ikki í skúla í dag
Venja framløguna heima
Týsdagur
8. september
Verkætlan - framløga
Framløgu skrá:
08:15 - 08:35 Teitur og Rani (stovan hjá 8.A)

08:40 - 09:05 Lív, Tanja og Ragnhild (stovan hjá 8.B)

09:10 - 09:35 Liam L, Alex, Kristjan Ó. (stovan hjá 8.A)

09:40 - 10:05 Ásvør, Hervør og Rúna (stovan hjá 8.B)

STEÐGUR

10:30 - 10:50 Róar og Rani P. (stova 8.A)

10:55 - 11:15 Fríði og Rógvi (stova 8.B)

11:20 - 11:40 Liam D og Mórits (stova 8.A)
Flokskonto
Sí undir vikuætlan
Mikudagur
9. september
Landafrøði
Heima: eingi skúlating. Bindið um bókina og havið skrivihefti við til lærugreinina.

Havið bókina og skriviheftið við í skúla.
Enskt
Heima: einki
Í skúlanum:
- arb víðari í Pit Stop við "Fame"
- frílesing
- fáa stílar aftur
Týskt
Heima: einki
Tit skulu hava eitt skrivihefti til týskt
Í skúlanum: arbeiða víðari við at presentera okkum, frítíðarítrivum og familju
Støddfrøði
Í skúlanum: Linjufunktiónir
-Rokna s. 85-86
Søga/samtíð
Í skúlanum: 1700-talið
-Norðurlond
-Uppgáva
Hósdagur
10. september
Enskt
Heima: lesið í frílesingbókini í minsta lagi 20 min.
Í skúlanum:
- arb víðari í Pit Stop við "Fame"
- arb í ensku reyðu mállærubókini. Havið hana við í skúla, um hon liggur heima
Støddfrøði
Í skúlanum: Linjufunktiónir
-Kopiark
-Emat
Fríggjadagur
11. september
Týskt
Heima: venjið tykkum at siga:
- hvussu tit eita
- hvussu gomul tit eru
- hvar tit búgva
- tykkara yndislit
- hvør er í tykkara familju
- hvat tykkum dámar at gera í frítíðini
Í skúlanum: læra um mánaðir, vikudagar og klokkuna

Toymislærarar:

Guðrun Vatnhamar, gv2202a6@skulin.fo Telefon: 263249 (Flokslærari)

Sigrið Højsted sigrid.hojsted@skulin.fo

Tit foreldur verða biðin um at senda flokslæraranum eini smsboð áðrenn kl. 8:00, um barnið ikki kemur í skúla. Annars eru tit altíð vælkomin at senda ein teldupost til flokslæraran um eitthvørt :) 

 

Leinki til filmin frá setursskúlanum í Nólsoy sept '25:  Filmur  

Leinkið til filmin frá setursskúlanum sept. '24: Filmur

Flokskonto 2026/27

 200kr skulu flytast á konto 9181- 5868612. Minst til at viðmerkja navnið á barni tykkara.

Kunning um møguliga námsferð

Undir foreldraviðtalunum spurdu vit foreldrini, um tey vóru sinnaði at loyva børnunum at fara á námsferð í 8.fl, og tað var eingin, ið var ímóti tí uppskotinum.
Tað vil siga, at møguleiki er fyri eini námsferð á vári 2027 - tvs ímóti endanum á 8.fl ella um umleið 18 mánaðir.
Tí vil eg heita á tykkum foreldur at stovna eina konto til hetta endamál, soleiðis at tað ber til at byrja at seta pening av til námsferðina - tað er nokk best at eini 2 - 3 foreldur hava atgongd til kontoina.
Eg havi verið í sambandi við Tórshavnar kommunu fyri at spyrja um stuðul.Í komandi ári fáa vit í flokkinum onkrar uppgávur frá TK, og afturfyri letur TK okkum stuðul.

Um tit hava hugskot um, hvussu vit kunnu savna pening, eru tit vælkomin at koma við teimum - enn betur um tit eisini samskipa tey :-) 

vh. David og Beinta