Meginreglur

Meginreglur fyri næmingar í Hoyvíkar skúla

Uppmøting

Øll møta væl fyrireikað og til tíðina. 1. tími byrjar kl. 08:00.

Skúlabøkur

Skúlabøkur skulu bindast inn, og farið eigur at vera væl við bókunum. Verður bók burtur ella oyðiløgd, hevur heimið endurgjaldsskyldu. Endurgjaldsskylda er eisini galdandi fyri bókasavnsbøkur.

Heimaarbeiði

Vikuætlan sæst á floksheimasíðuni. Tað áliggur teimum avvarðandi at ansa eftir, at næmingurin ger sítt arbeiði.

Fríkorter

Ikki er loyvt at fara út um skúlans øki í skúlatíðini. Tað er ikki loyvt at spæla bólt ella renna inni.

Frávera

Um næmingur er sjúkur ella ikki kemur í skúla av aðrari orsøk, skal boðast frá umvegis telefon, SMS ella við telduposti til flokslæraran. Skal næmingur hava frí í meir enn tveir dagar, skal loyvi fáast frá skúlaleiðsluni. Tað er sera óheppið, at næmingar eru burturstaddir í skúlatíðini. Heitt verður á avvarðandi um at bera so í bandi, at skúlagongdin hjá næminginum ikki verður órógvað óneyðugt.

Fartelefonir

Fartelefonir skulu vera sløktar og ikki órógva undirvísingina. Um ikki, verða tær handaðar skúlaleiðsluni og kunnu heintast á skrivstovuni eftir skúlatíð.

Málburður og atburður

Næmingarnir skulu tosa fólkaliga og vísa virðiligan og siðiligan málburð og atburð móti hvørjum øðrum. Í serligum førum, har næmingur vísir ósømiligan málburð og atburð, verða avvarðandi biðin um at koma eftir næminginum. Tá tími er, skal arbeiðsfriður vera í flokkinum.

Trivnaður

Skúlin raðfestir trivnaðin høgt. Happing verður ikki góðtikin. Annars verður víst til trivnaðarætlan skúlans.

Fara væl um

Farast skal væl um øll amboð og ognir skúlans. Um okkurt verður brotið ella verður illa viðfarið, kann skúlin krevja endurgjald.

Herverk

Um næmingur fremur herverk, bera avvarðandi kostnaðin.

Trygging av næmingum

Avvarðandi hava ábyrgdina av, at næmingur er tryggjaður sambært skrivi á heimasíðuni. Skúlin tryggjar næmingar skúlans, ið eru í starvsvenjing.