Trivnaðarætlan

Trivnaðarætlan

Í  Hoyvíkar skúla vilja vit at allir næmingar trívast og mennast. Tí hava vit orðað eina trivnaðarætlan, ið sigur hvussu vit í skúlanum eiga at vera hvør móti øðrum. 

Í Hoyvíkar skúla leggja vit okkum eftir góðum samstarvi millum skúla og heim, og at næmingurin

  • kennir lærugleði
  • kennir seg tryggan í skúlanum
  • kennir seg sæddan og hoyrdan
  • kennir seg sum ein týðandi part av einum felagsskapi, har virðing er fyri hvørjum øðrum

 

Trivnaðarskapandi átøk


Skúlin og lærararnir skapa trivnað í skúlanum við niðanfyristandandi átøkum og tiltøkum:

  • viðkomandi undirvísing – bæði eftir torleikastøði og gjøgnum fjølbroytt og viðkomandi evni
  • greiður telefonpolitikkur; næmingar lata telefonina inn, tá ið skúladagurin byrjar
  • tiltøk ið skapa trivnað og fjølbroytni í skúladegnum, t.d. útferðir, setursskúli, føstulávint, rennidagur, roknivika, evnisvika, verkætlan, v.m.
  • í grunddeild arbeiða vit við granskingargrundaða tilfarinum Betri vinir, sum er við til at byggja góðan felagsskap
  • í fríkorterunum eru sjónligar garðvaktir á øllum økjum, umframt at spæliliðið skipar fyri spølum í grunddeild
  • næmingaráð í øllum deildum, soleiðis at næmingarnir fáa ávirkan og kenna ábyrgd
    foreldrasamstarv, foreldrafundir og -viðtalur, umframt samskifti eftir tørvi
      

Flokslærarar og toymi ganga á odda fyri felagsskapinum og trivnaðinum:

  • arbeiða við góðari floksmentan og felagsskapinum í flokkinum
  • møta rættstundis og fyrireikað
  • leggja boð út á vikuætlanina í góðari tíð
  • skipa næmingasamrøður árliga og eftir tørvi
  • gera innanhýsis trivnaðarmeting tvær ferðir árliga
  • skipa fyri trivnaðarløtum eftir tørvi
  • skipa fyri trivnaðarskapandi tiltøkum, hugnakvøldum, floksveitslum e.l.
  • varnast toymið mistrivnað ella happing, boðar flokslærarin heiminum, umframt leiðsluni frá beinanvegin
     

Heimið saman við næminginum ger sítt til at:

  • næmingurin er væl hvíldur, mettur og hevur matpakka við
  • næmingurin fylgir vikuætlanini
  • næmingurin møtir rættstundis og fyrireikaður
  • næmingurin heldur skil á tasku, bókum og pennahúsa
  • næmingurin sýnir ábyrgd og virðing fyri lutum í skúlanum
  • næmingar og foreldur tosa virðiliga um skúla, lærarar, næmingar og onnur foreldur
  • næmingar og foreldur fylgja virðisgrundarlagnum hjá skúlanum
  • varnast heimið happing ella mistrivnað, fakliga ella sosialt, boðar heimið flokslæraranum frá
     

Átøk, tá ið vit síggja tekin um mistrivnað ella happing:

  • flokslærarin boðar leiðsluni og heiminum frá
    • toymið arbeiðir við avbjóðingini við AKT-læraranum sum ráðgeva.arbeitt verður eftir tillagaða systematik myndlinum
    • aðrir aktørar, sum kunnu verða tiknir við í trivnaðararbeiðið eru heilsufrøðingurin, SSP og Sernám