Telefonpolitikkur

Telefonpolitikkur fyri Hoyvíkar skúla.
Vit síggja í skúlanum, at fartelefonir hjá næmingunum taka alt meira fokus frá sosialu samveruni og undirvísingini í skúlanum. Hetta er samstundis við til at økja um órógvið í flokkunum.
Hoyvíkar skúli ynskir ein skúla, har fokus er á trivnaðin, sosialu menningina og fakligu frálæruna hjá næmingunum.
Royndirnar í Hoyvíkar skúla vísa, at fartelefonir ikki stuðla hesum.
Høvuðsregla:
Í Hoyvíkar skúla nýta næmingarnir ikki fartelefon. Næmingarnir kunnu hava fartelefon við sær í skúla, men tær verða samlaðar inn, tá næmingarnir koma í skúla og lagdar í eitt skáp, har tær verða læstar inni, til skúladagurin er liðugur. Fartelefonirnar skulu vera sløktar ella vera settar í flogstøðu.”
Um næmingur ikki virðir reglurnar um fartelefon, práta lærararnir við næmingin um týdningin at fylgja reglugerðini. Um næmingur áhaldandi ikki heldur reglurnar, verður fartelefonin tikin og foreldur/verjar kunnu kome eftir henni á skrivstovu skúlans í upplatingartíðini.
Annað:
Vanligt hevur verið, at foreldur og avvarandi ringja ella senda boð til børn teirra í skúlatíð. Hetta órógvar í flestu førum næmingarnar, tá teir eru í tíma ella fríkorter.
Skulu næmingarnir hava boð um eitt hvørt, so mugu foreldur/avvarandi geva boðini, áðrenn tey fara í skúla.
Av tí, at fartelefonin skal vera sløkt ella sett í flogstøðu, ber sjálvandi til at senda eini boð, sum næmingarnir kunnu lesa, tá skúlatíðin er liðug.
Um ein næmingur hevur átroðkandi boð til foreldur/avvarandi, so ber til at spyrja eitt starvsfólk á skúlanum, um at lána telefonina. Talan er einans um lán til átroðkandi boð og ikki vanligt samskifti.
Reglan er eisini galdandi fyri snildur o.l.
Ábyrgd:
Skúlin tekur onga ábyrgd av skaddum lutum.