Boðklivi

Sunnudagur 6. februar 2022

Skundboð viðv. koronu.

Um vikuskifti hevur leiðslan í Hoyvíkar skúla fingið fráboðan um, at 1 næmingur í 8.a hevur fingið staðfest Covid 19.

Víst verður til almennu tilmælini frá myndugleikunum á www.korona.fo

Hava tit spurningar ella ivamál hesum viðvíkjandi, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Hans Jón Thomsen, stjóra, á tlf. 783300.

Nissuvinir

Sum nakað serligt og sindur stuttligt fara vit í 7.a at hava nissuvinir fram til jóla. Tað snýr seg í stuttum um, at hvør næmingur fær ein seðil við navni á tí næminginum, ið hann ella hon er nissuvinur hjá. Uppgávan hjá nissuvininum er at forkela viðkomandi við t.d. heilsanum og fittum tonkum, ið eru fest niður á pappír og kanska onkrum søtum ella leskiligum. Vit hava valt at seta eitt mark á 25kr fyri hvørja viku. Hetta er fyri at vísa á, at tað ikki snýr seg um, hvussu dýrar gávur man kann geva, men heldur um gleðina við at geva. Hetta er sjálvandi alt loyniligt fram til síðsta dag, áðrenn tit fáa jólafrí. Tá verður avdúkað, hvør er nissuvinur hjá hvørjum ;)