Boðklivi

Maiken sjúkraskrivað

Góðu tit

Maiken Skaalum, flokslærari í 1.b, er sjúkraskrivað til 26. januar. Í hennara stað kemur Sunniva Waag Dam. Sunniva byrjar 3. januar og er virkandi flokslærari, til Maiken kemur aftur. Hava tit spurningar ella viðmerkingar eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við leiðsluna.

Leiðslan

Ongar myndir

Boðklivi 1.b

Kunning - nýggjan lærara 
 
Eg skal hervið kunna tykkum um, at læraratoymið er styrkt við einum lærara afturat. Nýggi lærarin er Hanna R. Davidsen. Í fyrstu syftu verður Hanna knýtt at 1.b í nakrar tímar um vikuna. Hon verður eisini ein partur av 1. flokstoyminum.  

Vinalig heilsan

Maiken

Mánadagur 18. septembur 2023

Lesilummin

Í dag hava allir næmingar fingið lesilumma við í taskuna. Í lesilummanum er ein lesibók og ein listi. Lesibókin er sjálvsagt til lesivenjing, meðan listin er ein "skáseting" av lesingini hjá hvørjum einstøkum næmingi. Tað er sera ymiskt, hvar hvør næmingur er í lesimenningini - fyri summi er bókin hóskandi, fyri onkran ov trupul og fyri onkran annan ov løtt. Til komandi viðtalur, koma vit nærri inn á um tillagingar skulu gerast.

Lesilummin skal skiljast soleiðis: Sama bók kemur í øllum førum heim tríggjar ferðir, og hetta skal skrásetast við dagfesting á lesilistan. Tit kunnu viðmerkja á lesilistan, hvussu tað gekk at lesa.

Tit eru vælkomin at skriva til føroyskt lærararnar, um tit hava spurningar.

Súsanna og Bjørg