Boðklivi
Roknisøgur:
Roknisøgur eru ein skapandi og verkligur háttur at arbeiða við støddfrøði í skúlanum.
Tær geva næmingunum møguleika at brúka støddfrøðilig evni í samanhangi við gerandisdagin og menna eina fatan av, hvussu støddfrøði er ein náttúrligur partur av lívinum.
Við roknisøgum fáa næmingarnir høvi at arbeiða við bæði tølum, hugtøkum og logiskum hugsanarhátti á ein leikandi og tryggan hátt, sum styrkir bæði fakliga og sosiala læring.
Kunning 22. august
Nakrir næmingar hava í dag fingið eina nýggja bók í føroyskum (myrkareyða Hervør og Høgni) og skulu lesa í henni heima (frá síðu 84) og ikki í tí grønu.