Vikuætlan

Vikuætlan

Vika 34 - 2026

Mánadagur
17. august
Føroyskt
Í skúlanum:
- Vit venja fyrisøgn, søga 17
- Lesiløta
Týsdagur
18. august
Danskt
Heima: Øll hava fingið bókina "Søren og Mette" við heim. Hon skal bindast inn í pappír/plast. (Ikki "toy-lummar)

Skúlanum: Vit arbeiða víðari við tema heftinum um mat.
Føroyskt
Heima:
- Venja fyrisøgn, søga 17

Í skúlanum:
- Vit skriva fyrisøgn, søga 17
- Lesiløta
Kristni
Næmingar fáa bøkur og verða kunnaðir um, hvussu vit fara at arbeiða í kristni í ár.
Heimstaðarlæra
Næmingar fáa bøkur og verða kunnaðir um, hvussu vit koma at arbeiða í ár.
Mikudagur
19. august
Rørslulæra
Vit fara í høllina.
Havið handklæði og góð innandura klæðir at røra seg í.
Øll skulu undir brúsu.
Føroyskt
Heima:
- Lesa s 124 - 125 í Finka lesibókini

Í skúlanum:
- Vit lesa s 124 - 125 í Finku lesibókini saman
- Vit arbeiða í Finku arbeiðsbókini, s 26 - 27
- Arbeiða við ljóð- og mállæru, s 54
Hósdagur
20. august
Felags foreldrafundur
Felags foreldrafundur hjá 3.b verður í flokshølinum kl.17-18
Støddfrøði
Heima: Tey, ið ikki eru liðug við s. 3-5 í Rokning 3a, skulu gera tað liðugt til í dag.

Skúlanum: Vit arbeiða víðari við krossskipan
Fríggjadagur
21. august
Føroyskt
Heima:
- Lesa s. 126 í Finka

Í skúlanum:
- Vit lesa s. 126 í Finka saman og fara í arbeiðsbókina s. 28.
- Vit arbeiða í Vanlig Orð arbeiðsheftinum

Kæru foreldur

Nú vit eru komin til endan á mínari tíð sum lærari hjá tykkara børnum, vil eg senda tykkum eina lítla heilsan.

Eg havi havt gleði av at fylgja hesum fantastisku børnum hesi fyrstu skúlaárini, og eri sera takksom fyri at hava verið so heppin. Tað hevur verið ein spennandi og gevandi tíð, har eg havi sæð tey mennast bæði fakliga og sosialt. Tað er nakað heilt serligt at fáa loyvi at vera partur av teirra gerandisdegi og menning.

Flokkurin hevur havt ein góðan anda við bæði forvitni, lívligheit og umsorgan fyri hvørjum øðrum, og tað havi eg sett stóran prís upp á.

Eg havi valt at fara aftur at arbeiða í einum “bygdaskúla”. Tó er tað ikki uttan kenslur at siga farvæl við hendan flokk og tykkum foreldur.

Eg vil fegin takka fyri gott samstarv, álit og stuðul hesi árini. Tað hevur havt stóran týdning og gjørt arbeiðið bæði lættari og stuttligari.

Eg ynski tykkara børnum alt tað besta framyvir – tey eru dugnalig, forvitin og hava so ómetaliga nógv gott í sær ❤️ 

Eisini ynski eg tykkum alt tað besta.

Blíðar heilsanir
Turið