Eldri myndir

Hoyvíkar skúli á útferð

Fríggjadagin 17. juni 2016 vóru næmingarnir í 1. - 7. flokki og lærarar skúlans á útferð. Í allar fagrasta veðri møttu vit øll á Norðast Horni frá morgunstundini. Síðan varð gingið niðan til vindmyllulundina í Húsahaga, har vit steðgaðu á og ótu matpakkan. Síðan gekk leiðin fram við vindmyllunum, oman til vatnbyrgjingina í Villingardali og síðan heim aftur í Hoyvíkar skúla.

Afturkomin í Hoyvíkar skúla bleiv borðreitt við fronskum hotdog og sundkist, meðan tónleikurin rungaði úr hátalarunum Næmingar og lærarar skúlans hugnaðu sær óført í góðveðrinum.