Eldri myndir
Full av rørslum 3.a og 6.b
Vit í 3.a og 6.b hava í útivikuni arbeitt við rørslum í frálæruhøpi. Dentur hevur verið lagdur á at knýta danskt og støddfrøði at tí vanliga gerandisdegnum, har útgangsstøði varð tikið í tí tilfari næmingarnir hava fingið innlit í gjøgnum árið. Vit hava arbeitt út frá ymiskum læruástøði og havt uppgávur og rørsluaktivitetir út frá frálæruástøðnum. Vit hava hugsa støddfrøði og danskt út um flokshølið, har vit vildu økja um rørslur í tímunum til fyrimuns fyri innlæring, hugsavning, tað sosiala og kropsliga/kinæstetiska.