Eldri myndir

Rennidagurin 2016 í Hoyvíkar skúla

Fríggjadagin 2. september 2016 varð skipað fyri rennidegi í Hoyvíkar skúla. Dagurin byrjaði við upphiting í skúlagarðinum. Síðan fóru 1. - 3. flokkur oman á Tórsbreyt at renna, meðan 4. - 9. flokkur runnu í nærumhvørvinum í Hoyvík.

Vit høvdu ein sera góðan dag, og sigast má, at næmingarnir løgdu nógv fyri og vóru óførir at renna.

Tá rennidagurin var liðugur, fingu næmingarnir sunkist og karamel, áðrenn teir fóru heim í vikuskifti.

Viðlagdar eru útvaldar myndir frá rennidegnum.