Tíðindi

Á flot við Westvard Ho

24/09-2019

Eitt tilboð til allar 6. flokkar í Tórshavnar kommunu er, at teir sleppa á flot við Westward Ho. Í síðstu viku vóru okkara 6. flokkar við gomlu sluppini. Vit høvdu tveir sera góðar dagar umborð. Fyrsta dagin var 6.a og seinna dagin var 6.b. Veðrið var framúr fyrra dagin, men seinna dagin vóru líkindini ikki so góð. Dugnaliga manningin dugdi tó síni ting og løgdu á eitt gott mið, tá bæði talan var um fisk, men eisini soleiðis, at skipið lá í lívd fyri ættini.

Vit í Hoyvíkar skúla vilja gjarna takka manningini fyri tveir sera góðar dagar.  

Hettar stendur m.a. skrivað á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu um tiltakið:

Fiskitúrurin er skipaður sum fiskikapping millum 6. flokkarnar. Kappingin er í september mánað í besta streymi.
Hvør flokkur fær tveir tímar at fiska í. Tann flokkur, sum fær flest fiskar, vinnur kappingina og fær vinnarasteyp til ognar. Fiskur minni enn 25 cm. telur ikki við og verður settur út aftur.
Skiparin skal hava talið á fiskum, sum so verður sent Mentamáladeild býráðsins.

Vit royna fiskimið og plinkar á nærleiðum. Tó er ongantíð meiri enn 1 tími at sigla aftur til Havnar.

10.11.2026
Toastsøla hósdagin
09.10.2026
3. 4. og 5. flokkanir hava flett
02.10.2026
6.flokkarnir á vísindavøku
29.09.2026
Altjóða læraradagur
25.09.2026
Ársins spælilið
09.09.2026
Evnisvikan 2026