Tíðindi

1., 2. og 3. flokkur til leik í Norðurlandahúsinum

10/10-2019

Mánadagin 7. oktober vóru næmingarnir í 1., 2. og 3. flokki til leik í Norðurlandahúsinum. Tað vóru Búi Dam og Dánjal á Neystabø, ið framførdu undir heitinum "Ævintýraferðin hittir Hamlet".

Við støði í leikinum hjá William Shakespeare søgdu teir søguna um Hamlet, sum var hon ein góð, gomul søgn. Harumframt løgdu teir tónlistarligt og leiklistarligt snildi afturat frásøgnini.
Eins og sagnir flest snýr Hamlet seg um vald, deyða, hevnd, sorg, svik og kærleika, og søgan er á tremur við spennandi og frummyndarligum menniskjalagnum.

Ævintýraferðin við Búa Dam og Dánjali á Neystbø er fyri flestu børn í Føroyum eitt vælkent toymi, sum hevur hugtikið og undirhildið børn nú í fleiri ár. Búi og Dánjal eru fjøllistafólk og duga at gera tónleik og framføra á palli soleiðis, at børnini bæði eru undirhildin, men eisini fáa okkurt at hugsa um.

Næmingarnir vóru avgjørt hugtiknir og undirhildnir av framførsluni hjá Búa og Dánjali og høvdu ein frálíkan fyrrapart í Norðurlandahúsinum.

09.09.2026
Evnisvikan 2026
28.08.2026
Kom og hjálp okkum at týna skøru!
12.08.2026
Vælkomin í 1. flokk!
05.08.2026
Væl afturkomin í skúla
25.06.2026
Prógvhandan 2026
14.06.2026
Virksemisvika