Tíðindi

Næmingar í 4., 5. og 6. flokki fletta

25/11-2019

At fletta er ein partur av føroysku mentanini, og tí fellur tað okkum natúrligt í Hoyvíkar skúla at fletta saman við næmingunum, har teir fáa møguleika fyri at vera við og hjáplpa til.

Hósdagurin 7. november 2019 var settur av til endamálið, ið er partur av undirvísingini í náttúru/tøkni í 4., 5. og 6. flokki.

Oluf Muller fletti, og dugdi hann væl at at fáa næmingar við. Onkur hjálptu til við at skjóta, onkur at svæva, og nógvir næmingar vóru óførir at tumma. Eisini hjálptu teir við at taka vombina og partar av innvølinum úr krovinum.

Ólavur á Skipagøtu var eisini okkum til hjálpar og greiddi næmingunum frá um blóð, fótamør, tálg, vembur, bløðru, mørin - hjarta, lungu og nýru - og mangt annað.

Tá liðugt var at fletta, vórðu krovini hongd upp.

Næmingarnir vóru sera ágrýtnir og hugagóðir og vildu fegnir taka lut í flettingini.
Myndirnar tala fyri seg. Síggj myndirnar í myndasavninum.

19.12.2025
Jólahald í Hoyvíkar skúla
15.12.2025
Einglakór á vitjan á Hvíldarheiminum
09.12.2025
Ommu- og abbasýningin hósdagin kl. 10:00
28.11.2025
Kunning um jólahaldið 11. desember
27.10.2025
Tórshavnar Musikkskúli á vitjan.
24.10.2025
Nærveruvika