Tíðindi

Telefonfrí vika í Hoyvíkar skúla

29/11-2019

Skúlastýrið í Hoyvíkar skúla hevur mælt til at hava tvær telefonfríðar vikur í skúlaárinum. Hesum vilja vit gjarna taka undir við.

Fyrra vikan verður í tíðarskeiðnum frá 2. - 6. desember 2019, og seinna vikan verður í tíðarskeiðnum frá 30. mars - 3. apríl 2020.

Nógv kjak um ovurnýtslu av skíggjum er í dagsins samfelag, og tí vilja vit varpa ljós á hetta evnið. Mett verður, at ovurnýtslan kann hava neiliga ávirkan á okkum - bæði kognitivt og sosialt.
Frakland hevur m.a. bannað, at næmingar hava fartelefon við í skúla, meðan fleiri skúlar í Føroyum og Norðanlondum annars hava orðað ein greiðan telefonpolitikk.Hoyvíkar skúli hevur ein, halda vit, lagaligan telefonpolitikk, sum í stuttum kann lýsast soleiðis, at næmingar í 1. - 3. flokki sleppa ikki at nýta telefonina í skúlatíð, meðan 4. - 9. flokkur kann nýta telefonina í fríkorterinum.

Vit í Hoyvíkar skúla ynskja ikki forboð av fartelefonum í skúlatíð, men vit ásanna, at ov nógv skermnýtsla hevur neiliga ávirkan á okkum. Vit halda ikki, at eitt bann er vegurin fram, men vit vilja heldur vegleiða og upplýsa næmingarnar um skilagóða telefon- og skíggjanýtslu.

Skúlastýrið í Hoyvíkar skúla ynskir at vera við til at varpa ljós á skermnýtslu, samstundis sum vit eisini gera okkum nakrar royndir, hvussu vit skipa skúlan í framtíðini.
Skúlastýrið vil eisini eggja foreldrum til at stuðla tiltakinum við at avmarka skermnýtsluna hjá børnunum við hús í sama tíðarskeiði.

Við vón um eina góða felefonfría viku.

25.06.2026
Prógvhandan 2026
14.06.2026
Virksemisvika
12.06.2026
Prógvhandanin í 9.flokki
10.06.2026
Felagsgongutúrur eftir Skipagøtu
21.05.2026
Leys størv í Hoyvíkar skúla skúlaárið 2026/2027
20.05.2026
4.b á Sjósavninum