Tíðindi

Læraradagurin 2020

21/01-2020

Mikudagin 19. februar 2020 skipa Nám og Mentamálaráðið fyri læraradegi í Norðurlandahúsinum.
Heitið á ráðstevnuni er Lærdómur er lættur at bera, og evnið er læring í 21. øld.

Nám skrivar soleiðis um "Læraradagin 2020":
"Læringshugtakið er undir støðugari broyting og menning, og hugsan okkara við hesum evninum er at kveikja kjakið um læringshugtakið, bæði í breiðum høpi og í mun til egna undirvísing.

Nám hevur boðið trimum áhugaverdum granskarum at halda fyrilestur á læraradegnum. Hesi eru: Lene Tanggaard, sum er professari í sálarfrøði, Theresa Schilhab, sum er neurobiologur, og Michael Wahl Andersen, sum er lektari í støddfrøði og sálarfrøði".

Í sambandi við læraradagin skulu vit boða frá, at eingin skúlagongd verður í Hoyvíkar skúla hendan dagin.

Frítíðarskúlin í Hoyvík boðar frá, at næmingar í 1. og 2. flokki kunnu koma í frítíðarskúla frá kl. 07:45 - 17:00.
Frítíðarskúlin ynskir at fáa eina afturboðan frá foreldrunum, um barn tykkara kemur í frítíðarskúla hendan dagin.

27.10.2025
Tórshavnar Musikkskúli á vitjan.
24.10.2025
Nærveruvika
22.10.2025
Grannakaffi - tá øll hjálpa, ber alt til
16.10.2025
Hjartaliga vælkomin til Grannakaffi
10.10.2025
2. 3. og 4. flokkur hava flett
08.10.2025
Lesivikur