Tíðindi

9. flokkur á Ungdómsting 2020

10/02-2020

Í tíðarskeiðnum frá 3. - 4. februar 2020 luttók 9. flokkur í Hoyvíkar skúla í Ungdómstinginum, ið Løgtingið skipaði fyri. Hesar báðar dagarnar settu næmingarnir sjálvir dagskránna í Løgtinginum, og er hetta ein frálíkur møguleiki hjá næmingunum at fáa innlit í, hvat arbeiðið í Løgtinginum fevnir um.

Løgtingsformaðurin hevði bjóðað øllum skúlum, ið hava hádeild, at luttaka og senda inn lógaruppskot ella uppskot til samtyktar at viðgera í ungdómstinginum.

Tveir bólkar í 9. flokki í Hoyvíkar skúla komu gjøgnum nálareyga, og áttu tey trý av teimum 12 uppskotunum, ið vórðu løgd fram og vóru til viðgerðar hesar báðar dagarnar.
Næmingarnir fingu eisini møguleika at seta løgmanni og landsstýrisfólkunum ófráboðaðir fyrispurningar.

Hetta er sjeyndu ferð, at ungdómsting verður hildið í Føroyum, og vilja vit í Hoyvíkar skúla takka Løgtinginum fyri eitt frálíkt tiltak.

Eydna Waag Høgnesen og Margith Lamhauge eru lærarar í samfelagsfrøði hjá 9. flokki í Hoyvíkar skúla.

25.06.2026
Prógvhandan 2026
14.06.2026
Virksemisvika
12.06.2026
Prógvhandanin í 9.flokki
10.06.2026
Felagsgongutúrur eftir Skipagøtu
21.05.2026
Leys størv í Hoyvíkar skúla skúlaárið 2026/2027
20.05.2026
4.b á Sjósavninum