Tíðindi

Føstulávintshaldið 2020

21/02-2020

Fríggjadagin 21. februar 2020 varð skipað fyri føstulávintshaldi í Hoyvíkar skúla.

Næmingarnir møttu í skúlanum millum kl. 08:00 og 09:00, har møguleiki var fyri at ferðast runt í skúlanum og hyggja eftir øllum grýlunum.
Stuttligt var at síggja, hvussu uppfinnsom og skapandi næmingarnir og starvsfólkini vóru, tí nógv var gjørt burturúr grýlubúnunum.

Vit slógu tunnu og heiðraðu kattakongar og kattadrotningar umframt at velja ársins grýlu í øllum árgangum og millum lærararnar og námsfrøðingarnar.

Næmingarnir fingu sjálvandi okkurt gott undir tonna, áðrenn skúladagurin var liðugur.

Samanumtikið høvdu vit eitt sera gott, hugnaligt og stuttligt føstulávintshald í Hoyvíkar skúla.
Myndirnar tala fyri seg. Síggj myndirnar í myndasavninum

Føstulávintsmánadagur, 24. februar 2020, er frídagur í Hoyvíkar skúla.

21.05.2026
Leys størv í Hoyvíkar skúla skúlaárið 2026/2027
20.05.2026
4.b á Sjósavninum
19.05.2026
5.b á virkisvitjan í MBM
13.05.2026
9.flokkarnir endaðu við manér
08.05.2026
Umhvørvisvikan
08.05.2026
9.flokkarnir hava sett sín dám á alla vikuna