Tíðindi

Eingin skúlagongd í Hoyvíkar skúla

12/03-2020

Landstýrismaðurin í skúlamálum, Jenis av Rana, hevur boðað frá, at skúlarnir framhaldandi skulu vera stongdir, og at øll vanlig skúlagongd er niðurløgd fram til og við páskafrítíðina. Eftir ætlan skulu vit í skúla aftur týsdagin 14. apríl 2020 kl. 08:00.
 
Hoyvíkar skúli hevur tó opið í neyðugum vavi fyri næmingum, sum ganga í 1. – 3. flokki, har eingin onnur ansing er møgulig. Henda serskipan er bara galdandi hjá teimum næmingum, hvørs foreldur starvast innan heilsuverkið, eldraøkið, løgregluna, tilbúgvingina og innan ávísar vinnur. 
 
Í teimum førum, har eingin onnur ansing er møgulig, verða foreldrini biðin um at seta seg í samband við Hans Jón Thomsen, stjóra, á tlf. 783300 ella Jens á Skipagøtu, varastjóra, á tlf. 217654. 

Eru fyrispurningar annars, eru tit somuleiðis vælkomin at ringja til stjóran ella varastjóran.

19.12.2025
Jólahald í Hoyvíkar skúla
15.12.2025
Einglakór á vitjan á Hvíldarheiminum
09.12.2025
Ommu- og abbasýningin hósdagin kl. 10:00
28.11.2025
Kunning um jólahaldið 11. desember
27.10.2025
Tórshavnar Musikkskúli á vitjan.
24.10.2025
Nærveruvika