Tíðindi

Kunning frá skúlaleiðsluni

15/03-2020

Góðu næmingar, foreldur og onnur avvarðandi

Meðan skúlagongdin er niðurløgd, og skúlin stongdur, verða tit vinarliga biðin um at fylgja væl við á floksheimasíðunum, har uppgávur og heimaarbeiðið annars verður lagt út á vikuætlanirnar.
Fyrispurningar ella ivamál kunnu sendast til flokslæraran ella læraran í einstøku lærugreinini. Teldupostadressurnar eru á heimasíðu skúlans.

Eisini ber til at seta seg í samband við Hans Jón Thomsen, stjóra, á tlf. 783300 og Jens á Skipagøtu, varastjóra, á tlf. 217654. Tit kunnu eisini ringja til Ingu Old, heilsufrøðing, á tlf. 562353 mánadag, mikudag og hósdag í vanligari arbeiðstíð.

Skrivstovan er eisini latin aftur, meðan skúlin er stongdur. Tit kunnu tó ringja til skrivstovuna í vanligari upplatingartíð.

Vit taka ímóti boðum, svara fyrispurningum og kunnu møguliga eisini hjálpa við ymiskum í sambandi við avmarkaðu skúlagongdina.

Nú vit eru við hús fram til páskafrítíðina, hava vit framvegis eina stóra ábyrgd fyri okkum sjálvum og okkara nærmastu.
Tí vil eg minna tykkum á at fylgja tilmælunum frá landsmyndugleikunum.

At enda vil eg heita á tykkum øll at boða leiðsluni í Hoyvíkar skúla frá, um onkur í tykkara húski gerast sjúk av COVID-19.

Um støðan broytist, ella aðrar tilráðingar koma frá heilsu- og/ella skúlamyndugleikunum, verður kunnað um hetta beinanvegin.

Vinarliga
Hans Jón Thomsen, stjóri

27.10.2025
Tórshavnar Musikkskúli á vitjan.
24.10.2025
Nærveruvika
22.10.2025
Grannakaffi - tá øll hjálpa, ber alt til
16.10.2025
Hjartaliga vælkomin til Grannakaffi
10.10.2025
2. 3. og 4. flokkur hava flett
08.10.2025
Lesivikur