Tíðindi

Vælkomin aftur í skúla, øll somul

15/05-2020

Mánadagin 18. mai 2020 fara vit øll aftur í skúla. Allir næmingar kunnu møta í tíðarbilinum frá kl. 07:50 - 08:20, har lærarar eru tøkir at taka í móti næmingunum.
Flokkarnir halda til í teimum flokshølunum, ið teir vanliga gera.

Allir flokkar møta soleiðis:
Næmingar í 1. - 2. flokki møta sum vanligt í "Lítla skúla".
Næmingar í 3. flokki og serskúlatilboðnum skulu nýta inngongdina á vestara bygningi við kirkjuna.
Næmingar í 4. og 5. flokki skulu nýta inngongdina við vindfangið á vestara bygningi oman móti skúlagarðinum.
Næmingar í 6., 7. og 8. flokki skulu nýta høvuðsinngongdina í skúlagarðinum.
Næmingar í 9. flokki møta sum vanligt í barakkini í skúlagarðinum.
Foreldur vera framvegis biðin um at lata børnini ganga sjálvi inn í skúlan ella avlevera tey við dyrnar.

Undirvísingin verður í allar størstan mun skipa sum vanligt.
Árgangstoymini í 1. - 6. flokki skipa undirvísingina í øllum lærugreinum, meðan 7. - 9. flokkur fylgir vanligu tímatalvuni.
Neyvari kunning verður løgd út á vikuætlanina.

Vit gleða okkum at síggja tykkum øll aftur.

17.09.2025
Altjóða lesidagur 2025
12.09.2025
Listaleypurin á vitjan
09.09.2025
Rørslulæra í orðsins sanna týdningi
05.09.2025
Næmingaráðini mannað
03.09.2025
Næmingaráðsval
30.08.2025
6.b vann fiskikappingina 2025