Tíðindi

Frídagur, fríggjadagin 22. mai 2020

18/05-2020

Skúlaárið 2019/2020 eru tveir frídagar, ið skúlin hevur at ráða yvir.
Fyrri frídagurin var mánadagin 24. februar 2020, meðan seinni frídagurin verður komandi fríggjadag.
Sostatt hava allir næmingar, lærarar og námsfrøðingar í Hoyvíkar skúla frí fríggjadagin 22. mai 2020.

Í hesum sambandi boðar Frítíðarskúlin í Hoyvík frá, at næmingar í 1. og 2. flokki kunnu koma í frítíðarskúla frá kl. 07:45 - 17:00.
Frítíðarskúlin ynskir at fáa eina afturboðan frá foreldrunum, um barn tykkara kemur í frítíðarskúla hendan dagin.

Vit í Hoyvíkar skúla ynskja tykkum øllum ein góðan frídag.

02.10.2026
6.flokkarnir á vísindavøku
29.09.2026
Altjóða læraradagur
25.09.2026
Ársins spælilið
09.09.2026
Evnisvikan 2026
28.08.2026
Kom og hjálp okkum at týna skøru!
12.08.2026
Vælkomin í 1. flokk!