Tíðindi

Vælkomin aftur í skúla

12/08-2020

Góðu næminar, foreldur og onnur avvarðandi

Skúlagongdin byrjar aftur týsdagin 18. august 2020.

2. - 9. flokkur møtir í tíðarbilinum millum kl. 09:50 og 10:20, meðan 1. flokkur møtir saman við foreldrunum kl. 12:00 í Pyramiduhøllini.

Vegna serligar umstøður, kunnu næmingar í 1. flokki í mesta lagi hava tvey avvarðandi við fyrsta skúladag.

Foreldur og onnur avvarðandi at næmingum í 2. - 9. flokki verða biðin um ikki at koma inn í skúlan. Tó er loyvt hjá foreldrum, ið varða av nýggjum næmingum í 2. - 9. flokki, at koma inn í skúlan, um barn tykkara hava tørv á hesum.

Næmingarnir møta soleiðis:

2. flokkur brúkar høvuðsinngongdina í "Lítla skúla". 
3. og 5. flokkur brúkar inngongdina á vestara bygningi við kirkjuna.
4. flokkur brúkar inngongdina á vestara bygningi oman móti skúlagarðinum. 
6., 7. og 8. flokkur brúkar høvuðsinngongdina í skúlagarðinum.
9. flokkur brúkar inngongdina í barakkini í skúlagarðinum.
Næmingarnir vera bidnir um at fara beinleiðis inn í floksstovuna.

Tá skúladagurin er liðugur kl. 11:20, kunnu næmingar í 2. flokki fara í frítíðarskúla, og næmingar í 3. flokki fara í frítíðartilboðið. Næmingar í 4. - 9. flokki hava frí kl. 11:20.

Næmingar í 1. flokki kunnu vitja í frítíðarskúlanum saman við foreldrunum fram til kl. 14:30.


Vit gleða okkum at síggja tykkum øll aftur.

 

17.09.2025
Altjóða lesidagur 2025
12.09.2025
Listaleypurin á vitjan
09.09.2025
Rørslulæra í orðsins sanna týdningi
05.09.2025
Næmingaráðini mannað
03.09.2025
Næmingaráðsval
30.08.2025
6.b vann fiskikappingina 2025