Tíðindi

Á flot við Westward Ho

25/09-2020

Mikudagarnar 26. august og 9. september 2020 luttóku næmingarnir í 6. flokkunum í Hoyvíkar skúla í tiltakinum "Á flot við Westward Ho".
Hetta er eitt afturvendandi tiltak, ið Tórshavnar kommuna skipar fyri og er samstundis ein fiskikapping millum 6. flokkarnar í kommununi.

"Á flot við Westward Ho" er eitt gott høvi hjá næmingunum at royna seg á einum skipsdekki og eitt gott ískoyti til undirvísingina í náttúru/tøkni.

Úrslitið av fiskikappingini hjá Hoyvíkar skúla varð, at annar flokkurin fekk 74 fiskar, meðan hin flokkurin fekk 28 fiskar. Størsti fiskurin vigaði 6 kg.

Endaliga úrslitið av fiskikappingini varð, at Kollafjarðar skúli gjørdist vinnandi skúlin. Tey fingu 96 fiskar. Næmingur í Sankta Frans skúla fekk størsta fiskin, ið vigaði 7,2 kg.
Vit ynskja vinnandi luttakarunum hjartaliga tillukku.

Vit í Hoyvíkar skúla takka manningini á Westward Ho fyri túrarnar og fyri væl fyriskipað tiltak.

09.10.2026
3. 4. og 5. flokkanir hava flett
02.10.2026
6.flokkarnir á vísindavøku
29.09.2026
Altjóða læraradagur
25.09.2026
Ársins spælilið
09.09.2026
Evnisvikan 2026
28.08.2026
Kom og hjálp okkum at týna skøru!