Tíðindi
Rennidagurin 2020
25/09-2020
Fríggjadagin 18. september 2020 varð skipað fyri rennidegi í Hoyvíkar skúla.
Í allar fagrasta veðri runnu og gingu næmingar, lærarar og námsfrøðingar í tíðarbilinum frá 08:30 - 11:00.
Næmingarnir í 1. - 3. flokki vóru á rennibreytini, meðan næmingarnir í 4. - 9. flokki gingu og runnu í nærumhvørvinum í Hoyvík.
Stuttligt var at síggja, hvussu raskir og ágrýtnir næmingarnir vóru. Tá rennidagurin kom at enda, høvdu teir runnið 9 km í miðal. So sera flott.
Næmingarnir fingu sjálvandi eitt sunnkist og caramel at styrkja seg við, áðrenn teir fóru til hús.
Til ber at síggja fleiri myndir her.
12.08.2026
Vælkomin í 1. flokk!
05.08.2026
Væl afturkomin í skúla
25.06.2026
Prógvhandan 2026
14.06.2026
Virksemisvika
12.06.2026
Prógvhandanin í 9.flokki
10.06.2026
Felagsgongutúrur eftir Skipagøtu