Tíðindi

Ein Corona-heilsan frá skúlaleiðsluni

25/09-2020

Góðu foreldur og onnur avvarðandi

Nú smittutølini í Føroyum hava verið vaksandi síðstu tíðina, vil skúlaleiðslan senda eina vinarliga corona-heilsan til øll foreldur og onnur avvarðandi í Hoyvíkar skúla.

"Skúladagurin er nú skipaður sum vanligt, og allir næmingar, lærarar og námsfrøðingar fylgja dagligu tímatalvunum og arbeiðsuppgávunum.
Vit gera okkum framvegis stóran ómak við at hava gott reinføri og minna hvønn annan á við jøvnum millumbilum at hava neyðugu frástøðuna.

Tað er framvegis týdningarmikið, at barn tykkara hevur egið pennahús við øllum amboðum - blýantar, litblýantar, blýantspískara, viskileður, liniál, saks, límstift v.m. - við í skúla. Alt tað, ið tey hava brúk fyri í undirvísingini.

Hevur barn tykkara sjúkueyðkenni, eisini mild sjúkueyðkenni, skulu tey ikki koma í skúla. Hevur barn tykkara fingið boð um at lata seg kanna fyri corona-smittu ella at tit sjálvboðið hava latið barnið kannað, verða tit biðin um at hava barnið heima til úrslitið av kanningini er tøkt.

Hava tit spurningar ella ivamál hesum viðvíkjandi, eru tit altíð vælkomin at seta tykkum í samband við flokslæraran ella annað umboð í árgangstoyminum. Eisini eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við skúlaleiðsluna ella skrivstovu skúlans.

Gott vikuskifti".

22.01.2026
Kvæðatíð
16.01.2026
Næmingarnir hava frí 5. februar
09.01.2026
Kunnandi fundur fyri foreldrum í komandi 1. flokki
07.01.2026
Felags foreldrafundur
02.01.2026
Gott nýggjár
19.12.2025
Jólahald í Hoyvíkar skúla