Tíðindi

Valevnislistin til skúlastýrisvalið 2020

06/11-2020

5 valevni eru á valevnislistanum í Hoyvíkar skúla til skúlastýrisvalið 2020.
Valevnini eru:

Hans Kári Vang
Hans Kári er 47 ára gamal og hevur tvey børn í Hoyvíkar skúla í ávíkavist 3. og 7. flokki.
Hann starvast til dagligt í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum.

Jógvan Páll Fjallsbak
Jógvan Páll er 48 ára gamal og hevur tvey børn í Hoyvíkar skúla í ávíkavist 2. og 5 flokki.
Hann starvast til dagligt sum deildarleiðari á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Laila Í. Hentze
Laila er 48 ára gomul og hevur tvey børn í Hoyvíkar skúla í ávíkavist 4. og 7. flokki.
Hon starvast til dagligt sum stjóri á Gallup Føroyar.

Malan Mikkelsen
Malan er 43 ára gomul og hevur tvey børn í Hoyvíkar skúla í ávíkavist 7. og 9. flokki.
Hon starvast til dagligt sum deildarleiðari á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Rannvá Mortansdóttir
Rannvá er 43 ára gomul og hevur tvey børn í Hoyvíkar skúla á ávíkavist 3. og 6 flokki.
Hon starvast til dagligt sum miðnámslærari á Glasir.


Skúlastýrisvalið verður í Stórhøllini á Hálsi týsdagin 10. november 2020.

25.09.2026
Ársins spælilið
09.09.2026
Evnisvikan 2026
28.08.2026
Kom og hjálp okkum at týna skøru!
12.08.2026
Vælkomin í 1. flokk!
05.08.2026
Væl afturkomin í skúla
25.06.2026
Prógvhandan 2026