Tíðindi

Innskriving í 1. flokk skúlaárið 2021/2022

08/01-2021

Tórshavnar kommuna boðar frá, at foreldur at børnum, ið eftir ætlan skulu byrja í skúla skúlaárið 2021/2022, kunnu nú skriva barnið inn í 1. flokk, frítíðarskúla og forskúla á netinum.

Tórshavnar kommuna skrivar soleiðis:
"Í ár gongur innskrivingin í forskúla, skúla og frítíðarskúla fyri seg í talgildu bókingarskipanini BARN. Talgilda innskrivingin ber millum annað í sær, at tú sum foreldur mást bíleggja tær MinLykil og MínBoks frammanundan.

Gev gætur, at innskrivingardagurin ikki hevur nakað at siga í mun til upptøku av børnum í skúlarnar. Tað vil siga, at tað hevur einki at siga, hvør skrivar sítt barn inn fyrst. Tú skalt bara syrgja fyri at skriva barnið inn, áðrenn freistin er farin. Innskrivingarfreistin er 17. januar 2021".

Tórshavnar kommuna hevur gjørt eina stutta vegleiðing, ið greiðir frá, hvussu tit bera tykkum at við at skriva barnið inn í skúlarnar.

Leinkjan til innskrivingina er:

https://www.torshavn.fo/temu/skuli/skulainnskrivingin-2021/

 

 

04.06.2025
Prógvhandanin verður mikudagin, 18. juni kl. 14:00
27.05.2025
Hina ferð, tá ið sólin skein oman og niðan
08.05.2025
Innbjóðing til kunningarfund
20.04.2025
Gleðiligar páskir
15.04.2025
Hoyvíkar skúli søkir eftir einum varaskúlastjóra afturat
13.04.2025
Lærarastørv leys at søkja skúlaárið 2025/2026