Tíðindi
Kunnandi foreldrafundur avlýstur
08/01-2021
Hoyvíkar skúli og Frítíðarskúlin í Hoyvík hava í fleiri ár havt ein kunnandi foreldrafund, ið er ætlaður foreldrum at børnum, ið skulu byrja í 1. flokki.
Soleiðis sum umstøðurnar í landinum eru beint nú, hava vit tikið avgerð um at at avlýsa foreldrafundin í ár.
Orsakað av smittutilburðunum og seinastu tilmælunum frá myndugleikunum meta vit tað ikki vera ráðiligt at skipa fyri slíkum fundi.
Hava foreldur tørv á kunning um skúlagongdina í Hoyvíkar skúla og/ella frítíðarvirksemi í Frítíðarskúlanum í Hoyvík, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Hans Jón Thomsen, stjóra, á tlf. 783300 ella Bjarna Beder, stovnsleiðara, á tlf. 214789.
09.10.2026
3. 4. og 5. flokkanir hava flett
02.10.2026
6.flokkarnir á vísindavøku
29.09.2026
Altjóða læraradagur
25.09.2026
Ársins spælilið
09.09.2026
Evnisvikan 2026
28.08.2026
Kom og hjálp okkum at týna skøru!