Tíðindi

Evnisvikan 2021

05/02-2021

Í tíðarskeiðnum frá 8. - 12. februar 2021 verður skipað fyri Evnisviku í 1. - 7. flokki.

Evnið hesuferð er: "At skapa sosialt virði" / Social entreprenørskab / Social Enterprise

  • Hvat kunnu vit gera fyri at skapa sosialt virði? - virðir, ið ikki eru kommerciel.
  • Vit kunnu royna at gera okkurt, ið verður útint í verki?
  • Hvat kunnu vit gera fyri at skapa nýggjar loysnir uppá avbjóðingar hjá ávísum samfelagsbólkum?

Endamálið við evnisvikuni er at læra næmingarnar týdningin av sosialum virðum.

Hvussu kunnu vit økja um lívskvalitetin og skapa broytingar fyri ávís menniskju.

At læra næmingarnar at seta tiltøk í verk og gera mun.

Hetta verður gjørt, tí vit hava eitt ynski um at slóða soleiðis fyri, at vit øll gerast virkin og fáa øktan lívskvalitet.
Tað kann vera fyri onkran minniluta, okkurt í nærumhvørvinum, lokalsamfelagnum, ja fyri býin, landið ella globalt.

Tíðarætlanin er hendan:

  • Mánadagin 8. februar 2021: 1. - 6. tíma
  • Týsdagin 9. februar 2021: 1. - 6 tíma
  • Mikudagin 10. februar 2021: 1. - 5. tíma
  • Hósdagin 11. februar 2021: 1. - 4. tíma
  • Fríggjadagin 12. februar 2021: 1. - 4. tíma

Tá skúladagurin er liðugur kunnu næmingarnir í 1. og 2. flokki fara í frítíðarskúla, og næmingarnir í 3. flokki kunnu fara í frítíðartilboðið.

10.10.2025
2. 3. og 4. flokkur hava flett
08.10.2025
Lesivikur
05.10.2025
Góðan Læraradag
26.09.2025
Vísindavøkan 2025
24.09.2025
7.a á seturskúla
19.09.2025
Drekkamunnur fyri fyrrverandi lærarum