Tíðindi

Ein smittutilburður í Hoyvíkar skúla

06/06-2021

Góðu næmingar, foreldur og onnur avvarðandi

Leygardagin 5. juni 2021 fekk skúlaleiðslan fráboðan um, at ein av lærarum okkara hevði fingið staðfest Covid 19.

Skúlaleiðslan hevur verið í samband við Lars Fodgaard Møller, landslækna, og fingið nágreiniliga vegleiðing um, hvussu vit skulu bera okkum at viðvíkjandi íkomnu støðuni.

Tríggir lærarar og 20 næmingar eru fyribils farnir í sóttarhald, og øll starvsfólk skúlans lata seg kanna á 1., 4., 6. og 10. degi.
Allir lærarar og næmingar, ið eru biðin um at fara í sóttarhald, hava fingið boðini.
Tey eru eisini biðin um at lata seg kanna 1., 4., 6. og 10. dagin.

Skúlaleiðslan vil við hesum senda eina vinarliga áheitan til allir næmingar, foreldur og onnur avvarðandi og biðja tykkum um at vera serliga varin komandi 10 dagarnar.

Hevur næmingurin sjúkueyðkenni, eisini mild sjúkueyðkenni, verður hon/hann biðin um at vera heima og lata seg kanna.
Foreldur og onnur avvarðandi verða biðin um ikki at koma inn í skúlan.

Hava tit spurningar ella ivamál hesum viðvíkjandi, eru tit altíð vælkomin at seta tykkum í samband við Hans Jón Thomsen, stjóra, á tlf. 783300.

Vinarliga

Hans Jón Thomsen,
stjóri

19.04.2024
Talgildur harðskapur – hvat gera vit?
04.04.2024
Toastdagur verður týsdagin, 9. apríl
03.04.2024
A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vitjar í morgin
26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór