Tíðindi

Síðsti starvsdagur

28/06-2021

Mikudagin 23. juni 2021 varð skipað fyri fráfaringarløtu í Hoyvíkar skúla í sambandi við, at Charla Rasmussen og Ragnar Rubeksen høvdu síðsta starvsdag í skúlanum.
Felags fyri tey bæði var, at tey fóru frá vegna aldur og vórðu heiðrað fyri trúgva tænastu.

Charla Rasmussen byrjaði sum námsfrøðingur í Hoyvíkar skúla tann 1. januar 2006. Charla hevur eisini starvast í Frítíðarskúlanum í Hoyvík.
Eitt tíðarskeið arbeiddi Charla somuleiðis sum reingerðarfólk í skúlanum. Charla hevur sostatt starvast í 15 og eitt hálvt ár í skúlanum.
Ragnar Rubeksen byrjaði sum lærari í Hoyvíkar skúla tann 1. august í 1998. Sostatt hevur hann starvast í 23 ár í skúlanum.

Vit í Hoyvíkar skúla vilja so hjartaliga takka Charlu og Ragnari fyri trúgva tænastu og ynskja teimum alt tað besta í framtíðini.

10.11.2026
Toastsøla hósdagin
09.10.2026
3. 4. og 5. flokkanir hava flett
02.10.2026
6.flokkarnir á vísindavøku
29.09.2026
Altjóða læraradagur
25.09.2026
Ársins spælilið
09.09.2026
Evnisvikan 2026