Tíðindi
Dagførd koronatilmæli
31/08-2021
Undirvísingarstýrið hevur sent skúlunum hesa fráboðan:
"Nú almennu koronatilmælini verða broytt í sambandi við ferðing til Føroyar, verður mælt til, at næmingar, sum koma til Føroyar, kunnu koma aftur í skúla, tá tey hava fingið negativt svar frá koronakanning 2. dagin eftir komu.
Ferðandi, sum eru koppsett, kunnu fara beinleiðis til arbeiðis, men verða biðin um at vera serliga varin inntil tey hava fingið svar uppá kanningina annan dagin eftir komu".
Harafturat siga almennu tilmælini, at heilsumyndugleikarnir mæla til, at fólk lata seg kanna tveir dagar áðrenn fráferð til Føroyar.
Hava foreldur ella onnur avvarðandi spurningar hesum viðvíkjandi, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við skúlastjóran á tlf. 783300
09.10.2026
3. 4. og 5. flokkanir hava flett
02.10.2026
6.flokkarnir á vísindavøku
29.09.2026
Altjóða læraradagur
25.09.2026
Ársins spælilið
09.09.2026
Evnisvikan 2026
28.08.2026
Kom og hjálp okkum at týna skøru!