Tíðindi

Rennidagurin 2021

03/09-2021

Fyrrapartin í dag hevði Hoyvíkar skúli sín árliga rennidag. Byrjað varð við felagsupphiting í skúlagarðinum, síðani fóru 1. - 3. flokkur oman á Tórsbreyt at renna, og 4. - 9. flokkur høvdu eina rutu í Hoyvíkini at renna eftir.

Sigast má, at veðurgudarnir vístu seg frá síni bestu síðu ídag, og tað gjørdi tað ikki verri fyri hugin hjá næmingunum at renna. Tað er vist, at vit eiga nakrar raskar og hugagóðar næmingar í Hoyvíkar skúla.

Eftir loknan rennidag fingu næmingarnir okkurt gott til góman við sær í vikuskiftið. Við hesum myndunum fara vit at takka fyri ein væl eydnaðan rennidag og ynskja tykkum eitt gott vikuskifti.

Síggj myndirnar í myndasavninum.

25.06.2026
Prógvhandan 2026
14.06.2026
Virksemisvika
12.06.2026
Prógvhandanin í 9.flokki
10.06.2026
Felagsgongutúrur eftir Skipagøtu
21.05.2026
Leys størv í Hoyvíkar skúla skúlaárið 2026/2027
20.05.2026
4.b á Sjósavninum