Tíðindi

Ein smittutilburður av Covid 19 í Hoyvíkar skúla

04/09-2021

Góðu næmingar, foreldur og onnur avvarðandi

Leygardagin 4. september 2021 fekk skúlaleiðslan fráboðan um, at ein av næmingum okkara í 8.b hevði fingið staðfest Covid 19.

Skúlaleiðslan hevur verið í samband við Corona-ráðgevingina og fingið nágreiniliga vegleiðing um, hvussu vit skulu bera okkum at viðvíkjandi íkomnu støðuni.

Viðkomandi næmingur, ið hevur fingið staðfest Covid 19, hevur ikki verið í skúla síðani mánadagin 30. august 2021 kl. 09:30.
Í fystu atløgu hava allir næmingar í 8.b fingið boð um at lata seg kanna sum skjótast.
Foreldur og onnur avvarðandi eru kunnað.

Skúlaleiðslan vil við hesum senda eina vinarliga áheitan til allar næmingar, foreldur og onnur avvarðandi og biðja tykkum vera serliga varin komandi vikuna.
Hevur næmingur sjúkueyðkenni, eisini mild sjúkueyðkenni, verður hon/hann biðin um at vera heima og lata seg kanna.

Hava tit spurningar ella ivamál hesum viðvíkjandi, eru tit altíð vælkomin at seta tykkum í samband við Hans Jón Thomsen stjóra, á tlf. 783300.

08.05.2025
Innbjóðing til kunningarfund
20.04.2025
Gleðiligar páskir
15.04.2025
Hoyvíkar skúli søkir eftir einum varaskúlastjóra afturat
13.04.2025
Lærarastørv leys at søkja skúlaárið 2025/2026
11.04.2025
7. flokkarnir til skúlaleikir
11.04.2025
9. flokkur í starvslæru