Tíðindi

6. flokkur á floti við Westward Ho

06/09-2021

Tað er vorðið fastur táttur, at 6. flokkarnir í kommununi sleppa ein fiskitúr við sluppuni Westward Ho. Eins og undanfarin ár er tilboðið í ár skipað sum ein fiskikapping, sum samstundis gevur lærarum tilfar til lærugreinirnar Heimkunnleiki og Náttúra & tøkni.
 
Mikudagin, 1. septembur var 6. flokkur í Hoyvíkar skúla á floti við Westward Ho. Veðrið var av tí allarfagrasta henda dagin, men vit kunnu ikki siga tað sama um fiskiskapin. Flokkurin fekk 5 fiskar. Hóast fiskiskapurin ikki var nakað at reypa av, so var lagið og ágrýtni á næmingunum gott, og tey høvdu ein góðan og læruríkan túr á Nólsoyarfirði, og tað er tað týdingarmesta. Leggjast skal afturat, at tey fingu tann størsta fiskin, sum higartil er fiskaður í fiskikappingini í ár. Her eru nakrar myndir frá túrinum.

02.10.2026
6.flokkarnir á vísindavøku
29.09.2026
Altjóða læraradagur
25.09.2026
Ársins spælilið
09.09.2026
Evnisvikan 2026
28.08.2026
Kom og hjálp okkum at týna skøru!
12.08.2026
Vælkomin í 1. flokk!