Tíðindi

Legobýurin komin í Hoyvíkar skúla

27/09-2021

Týsdagin, 21. septembur vóru fólk frá Hagstovu Føroya á vitjan í Hoyvíkar skúla. Tey fortaldu fyri næmingunum í 2. – 5. flokki, hvat arbeiðið á Hagstovuni í høvuðsheitum snýr seg um. Hetta varð gjørt í sambandi við, at legobýurin er komin í Hoyvíkar skúla at vera í nakrar vikur. Legobýurin er ein býur, sum er bygdur av lego. Hann er gjørdur í samstarvi við ein býararkitekt, so mann sær, hvussu ein býur er bygdur upp við einum miðbýi, vinnulívsøki, grannaløgum, fríøki og so víðari.


Legobýurin eitur “Hagvík” og mátar samfelagspulsin og verður brúktur í støddfrøðini, tá næmingarnir hava um hagtøl. “Í turru tølunum finna vit lív og søgur um verulig fólk. Hagtøl eiga tí at upplivast.” Í Innskúlingini snýr tað seg mest um at læra at telja, og í 4. – 5. flokki verða tað skermarnir, sum eru knýttir at býnun, sum verða brúktir. Uppgávur eru knýttar til legobýin, og skermarnir vísa tøl frá Hagstovuni um øll møgulig føroysk viðurskifti. Til dømis kynsbýti, aldursbýti, fráflyting, tilflyting, hvussu nógv hava sovið á hotel í summar, biografatgongumerki og alt møguligt annað.


Legobýurin verður í skúlanum í 6 vikur, og tað verður spennandi hjá næmingunum at sleppa at arbeiða við støddfrøðini á ein øðrvísi hátt.

09.10.2026
3. 4. og 5. flokkanir hava flett
02.10.2026
6.flokkarnir á vísindavøku
29.09.2026
Altjóða læraradagur
25.09.2026
Ársins spælilið
09.09.2026
Evnisvikan 2026
28.08.2026
Kom og hjálp okkum at týna skøru!