Tíðindi

Ein smittutilburður afturat av Covid 19 í Hoyvíkar skúla

29/09-2021

Góðu næmingar, foreldur og onnur avvarðandi

Mikudagin 29. september 2021 fekk skúlaleiðslan fráboðan um, at ein av næmingum okkara í 5.b hevði fingið staðfest Covid 19.

Skúlaleiðslan hevur verið í samband við Corona-ráðgevingina og fingið nágreiniliga vegleiðing um, hvussu vit skulu bera okkum at viðvíkjandi íkomnu støðuna.

Allir næmingarnir í 5.b hava fingið boð um at fara 10 dagar í sóttarhald og lata seg kanna sum skjótast og á 4. og 7. degi.
Foreldur og onnur avvarðandi eru kunnað.

Skúlaleiðslan vil við hesum senda eina vinarliga áheitan til allar næmingar, foreldur og onnur avvarðandi og biðja tykkum vera serliga varin komandi vikuna.
Hevur næmingur sjúkueyðkenni, eisini mild sjúkueyðkenni, verður hon/hann biðin um at vera heima og lata seg kanna.

Hava tit spurningar ella ivamál hesum viðvíkjandi, eru tit altíð vælkomin at seta tykkum í samband við Hans Jón Thomsen stjóra, á tlf. 783300.

09.10.2026
3. 4. og 5. flokkanir hava flett
02.10.2026
6.flokkarnir á vísindavøku
29.09.2026
Altjóða læraradagur
25.09.2026
Ársins spælilið
09.09.2026
Evnisvikan 2026
28.08.2026
Kom og hjálp okkum at týna skøru!