Tíðindi

Enn ein smittutilburður av Covid 19 í Hoyvíkar skúla

22/10-2021

Góðu næmingar, foreldur og onnur avvarðandi

Fríggjadagin 22. oktober 2021 fekk skúlaleiðslan fráboðan um, at ein av næmingum okkara í 8.a hevði fingið staðfest Covid 19.

Skúlaleiðslan hevur verið í samband við Lars Fodgaard Møller, landslækna, og fingið nágreiniliga vegleiðing um, hvussu vit skulu bera okkum at viðvíkjandi íkomnu støðuni.

Næmingarnir í 8. flokki hava fingið boð um at lata seg kanna sum skjótast í vikuskiftinum, soleiðis at teir hava eitt negativ kanningarúrslit at vísa á mánamorgunin, tá teir møta aftur í skúlanum. Næmingarnir í 8. flokki verða haraftuat bidnir um at lata seg kanna aftur týsdagin 26. oktober 2021.
Hava næmingar sjúkueyðkenni, eisini mild sjúkueyðkenni, verða teir bidnir um at vera heima og lata seg kanna.
Foreldur og onnur avvarðandi eru kunnað.

Vit vilja eisini senda eina vinarliga áheitan til allar næmingar í Hoyvíkar skúla og biðja tykkum vera serliga varin komandi vikuna.
Hevur næmingur sjúkueyðkenni, eisini mild sjúkueyðkenni, verður hon/hann biðin um at vera heima og lata seg kanna.

Hava tit spurningar ella ivamál hesum viðvíkjandi, eru tit altíð vælkomin at seta tykkum í samband við Hans Jón Thomsen stjóra, á tlf. 783300.

22.10.2025
Grannakaffi - tá øll hjálpa, ber alt til
16.10.2025
Hjartaliga vælkomin til Grannakaffi
10.10.2025
2. 3. og 4. flokkur hava flett
08.10.2025
Lesivikur
05.10.2025
Góðan Læraradag
26.09.2025
Vísindavøkan 2025