Tíðindi

Forkunnug vitjan í Hoyvíkar skúla

27/10-2021

21. oktobur høvdu 5. flokkarnir í Hoyvíkar skúla vitjan av rógvaranum Sverra Sandberg Nielsen.

Vitjanin kom í lag, eftir at Hoyvíkar skúli vann eitt lutakast, sum Skúlaleikir skipaði fyri. Skúlaleikir er eitt átak, sum skal geva næmingum og lærarum íblástur til eina fjølbroytta ítróttaundirvísing.

Í Skúlaleikum verður dentur lagdur á felagsskapin og rørslugleði. Vitjanin hjá Sverra bar við sær, at næmingarnir sluppu at royna seg á rógvimaskinum saman við Sverra. Á videobrotinum, sum liggur á facebook vanganum hjá skúlanum og hesum myndunum, síggja vit, at næmingarnir vóru væl nøgdir við vitjanina.

Tað mest gleðiliga við vitjanini var, at øll vóru aktiv í felagsskapinum, og øll vóru sera væl nøgd, bæði næmingar og lærarar.

Barnasjónvarpið var við til dagin, og tey gjørdu eina upptøku, sum verður at síggja í Sakin, fríggjakvøldið, 29. oktobur.

09.09.2026
Evnisvikan 2026
28.08.2026
Kom og hjálp okkum at týna skøru!
12.08.2026
Vælkomin í 1. flokk!
05.08.2026
Væl afturkomin í skúla
25.06.2026
Prógvhandan 2026
14.06.2026
Virksemisvika