Tíðindi

Innskriving í 1. flokk skúlaárið 2022/2023

05/01-2022

Tórshavnar kommuna boðar frá, at foreldur at børnum, ið eftir ætlan skulu byrja í skúla skúlaárið 2022/2023, kunnu nú skriva barnið inn í 1. flokk, frítíðarskúla og forskúla á netinum.

Innskrivingarfreistin er 16. januar 2022.
Leinkjan til innskrivingina er:
https://www.torshavn.fo/dagstovnur-og-skuli/skuli/skulainnskriving/

Leggjast skal afturat, at pláss er fyri 48 næmingum í 1. flokki í Hoyvíkar skúla skúlaárið 2022/2023.

Gev gætur, at innskrivingardagurin ikki hevur nakað at siga í mun til upptøku av tínum barni í skúla. Tað vil siga, at tað hevur einki at siga, hvør skrivar sítt barn inn fyrst. Tú skalt bara syrgja fyri at skriva barnið inn, áðrenn freistin er farin.

Tórshavnar kommuna hevur seks nýggj grundupptøkuøki, ið vórðu samtykt í Trivnaðarnevndini tann 15. november 2021. Grundupptøkuøkini eru gjørd við støði í talinum á børnum, sum hava aldur at fara í 1. flokk skúlaárið 2022/2023.
Dagføringin ber í sær, at um so er, at pláss ikki er fyri øllum teimum innskrivaðu børnunum, sum búgva í grundupptøkuøkinum hjá einum skúla, er leiðreglan tann, at tey vera flutt í skúla í grannaøkinum, meðan tey børn, sum so møguliga ikki fáa pláss har, verða flutt eftir somu leiðreglu.
Meiri kunning um grundupptøkuøkini á viðløgdu leinkju.
https://www.torshavn.fo/temu/skuli/seks-nyggj-grundupptokuoki-til-skularnar/

Talgilda innskrivingin krevur, at tú ritar inn við Samleikanum. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum.

26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór
21.03.2024
Næmingar í 3. og 5. flokkunum luttikið í talv-kapping
08.03.2024
Í komandi viku leggja vit vanligu tímatalvuna til viks
06.03.2024
4. flokkarnir til skúlaleikir