Tíðindi

Skúlagongdin og korona-tilmæli við ársbyrjan

04/01-2022

Skúlagongdin byrjar aftur mikudagin 5. januar 2022 kl. 08:00. Gott verður at síggja tykkum øll aftur.

Við ársbyrjan verður skúladagurin framvegis eitt sindur ávirkaður av korona-støðuni og nógvu smittutilburðunum, ið eru staðfestir seinastu vikurnar.

Allir næmingar møta til vanlilga tíð, men verða bidnir um at nýta nevndu inngongdir:
Næmingar í 1. og 2. flokki møta sum vanligt í "Lítla skúla".
Næmingar í 3. flokki, 5. flokki og Serskúlatilboðnum skulu nýta inngongdina á vestara bygningi við kirkjuna.
Næmingar í 4. flokki skulu nýta inngongdina við vindfangið á vestara bygningi oman móti skúlagarðinum.
Næmingar í 6., 7. og 8. flokki skulu nýta høvuðsinngongdina í skúlagarðinum.
Næmingar í 9. flokki møta sum vanligt í barakkini í skúlagarðinum.
Foreldur verða biðin um at lata børnini ganga sjálvi inn í skúlan ella avlevera tey við dyrnar. Næmingarnir fara beinleiðis inn í flokshølið, tá teir møta um morgunin.

Undirvísingin verður í allarstørstan mun skipað sum vanligt. Tó kemur undirvísingin í størri mun at vera skipað í flokshølinum ella uttandura. Vit royna at fyribyrgja, at næmingar samlast á felagsøkjunum í skúlanum.
Næmingarnir verða eggjaðir til bert at vera saman við floksfeløgunum.

Tað er umráðandi, at næmingarnir hava egið pennahús við øllum amboðum - blýantar, litblýantar, blýantspískara, viskileður, linjál, saks, límstift v.m. - alt tað, ið teir hava brúk fyri í undirvísingini.

Vit halda sjálvandi fram við at gera okkum stóran ómak við at hava gott reinføri og royna so vítt møguligt at hava tilmæltu frástøðuna.

Næmingur, ið hevur sjúkueyðkenni - eisini mild sjúkueyðkenni - verður biðin um at vera heima og lata seg kanna. Verður næmingur smittaður við Covid 19 ella fer í sóttarhald, boða foreldrini flokslæraranum frá hesum.

Annars fylgja vit almennu tilmælunum frá myndugleikunum, ið eru lýst á heimasíðuni korona.fo. Víst verður til "Nýggju leiðreglurnar um sóttarhald".
Leinki er: https://korona.fo/sottarhald?_l=fo

Eisini fylgja vit almennu tilmælunum frá myndugleikunum um heimauppihald í 2 dagar eftir komu til Føroyar.
Hetta merkir, at næmingar kunnu koma aftur í skúla, tá teir hava fingið eitt negativt svar frá koronakanning á 2. degi eftir heimkomu.

Hava tit spurningar hesum viðvíkjandi, eru tit altíð vælkomin at seta tykkum í samband við Hans Jón Thomsen, stjóra, á tlf. 783300.

04.06.2025
Prógvhandanin verður mikudagin, 18. juni kl. 14:00
27.05.2025
Hina ferð, tá ið sólin skein oman og niðan
08.05.2025
Innbjóðing til kunningarfund
20.04.2025
Gleðiligar páskir
15.04.2025
Hoyvíkar skúli søkir eftir einum varaskúlastjóra afturat
13.04.2025
Lærarastørv leys at søkja skúlaárið 2025/2026