Tíðindi

137.088 kr. til Reyða Kross

25/03-2022

Evnisvikan ”Hjálpandi hondin,” har høvuðsendamálið var at savna pening til neyðstødd børn og ung í Ukraina og Afganistan, er av.

Næmingarnir arbeiddu hugagóðir fram ímóti stuðulstiltakinum og stuðulsrenningini, sum vóru í endanum av evnisvikuni. Vit eru sera glað fyri, at so nógv foreldur, systkin, ommur og abbar og onnur avvarðandi møttu til tiltakið og stuðlaðu næmingunum í teirra arbeiði. Tað var fantastiskt at síggja, hvussu glaðir næmingarnir vóru, tá tey sóu, hvussu væl øll tóku ímóti tiltakinum, sum tey høvdu stáplað upp á beinini.

Tá peningurin fyri stuðulstiltakið og stuðulsrenningina endaliga var taldur upp, kundu næmingarnir í Hoyvíkar skúla lata Reyða Krossi 137.088 kr. Jóannes Ejdesgaard, formaður fyri Reyða Kross í Føroyum, tók ímóti kekkinum til morgunsangin í morgun. Maisól Ísheim Hentze, forkvinna í næmingaráðnum, handaði honum kekkin. Innslagið frá morgunsanginum verður víst í Degi & viku í kvøld. 

Jóannes Ejdesgaard, sum er gamal roknilærari, greiddi næmingunum frá, at peningurin, sum næmingarnir hava savnað saman, kann hjálpa 2741 børnum við mati í ein mánað ella tað sum svarar til 82252 børn í ein dag.

Alt tiltakið eydnaðist sera væl, og bæði næmingar og lærarar fingu eina rúgvu burturúr. Vit í Hoyvíkar skúla eru, sum altíð, sera errin av okkara røsku næmingum og takka hjartaliga fyri allan stuðul, sum tit hava veitt tiltakinum í sambandi við evnisvikuna. Uttan tykkum lat tað seg ikki gera.

19.12.2025
Jólahald í Hoyvíkar skúla
15.12.2025
Einglakór á vitjan á Hvíldarheiminum
09.12.2025
Ommu- og abbasýningin hósdagin kl. 10:00
28.11.2025
Kunning um jólahaldið 11. desember
27.10.2025
Tórshavnar Musikkskúli á vitjan.
24.10.2025
Nærveruvika