Tíðindi

Roknidagar í Hoyvíkar skúla

05/04-2022

“Kanna og tú verður dugnaligari støddfrøðingur” 

“Kannandi støddfrøði” kallast roknidagarnir, sum byrjaðu í dag.   

Næmingarnir møttu til felags kunning í Pyramiduhøllini, har Karin og Gulla greiddu frá, hvat fór at henda. Tveir dagar eru settir av til, at næmingarnir royna støddfrøði á ein øðrvísi hátt.  
Næmingarnir fáa ymsar felagsuppgávur, sum øll sleppa at royna, umframt at læraratoymini hava gjørt serstakt tilfar til ymsu árgangirnar. 

 
Nakrar av felags uppgávunum eru m.a.:  
Hvussu nógv miniegg eru í einum glassylindara, sum vit hava standandi frammi?  
Hvussu nógvar bøkur eru á bókasavninum?  
Hvussu langt er togið, sum er lagt inn í eitt skáp? 
Hvussu nógv hægri í cm. er Jens enn Hans Jón?  

Tilgongdin er kannandi, og ætlanin er, at hetta skal økja forvitni og umhugsni til støddfrøðina hjá næmingunum.   
Felagsuppgávurnar eru samstundis ein kapping, hvør næmingur kemur tættast rætta úrslitinum. Hetta verður avdúkað til morgunsangin fríggjadagin.

  
Myndirnar vísa fleiri av nærløgdu næmingunum í gongd við at kanna og meta um. 

22.01.2026
Kvæðatíð
16.01.2026
Næmingarnir hava frí 5. februar
09.01.2026
Kunnandi fundur fyri foreldrum í komandi 1. flokki
07.01.2026
Felags foreldrafundur
02.01.2026
Gott nýggjár
19.12.2025
Jólahald í Hoyvíkar skúla