Tíðindi

Væl vitjað foreldrakvøld hjá skúlastýrinum

28/10-2022

Mikukvøldið 26. oktober hevði skúlastýrið sín árliga foreldrafund.

Kvøldið byrjaði við, at Rannvá Mortansdóttir, forkvinna í skúlastýrinum, legði ársfrágreiðing fram. Av tí, at fundurin í fjør varð avlýstur vegna korona, so legði hon eisini ársfrágreiðingina frá síðsta skúlastýrisári fram.

Nógv tiltøk vóru á skrá mikukvøldið. M.a spældi H71 menninir í Vestmanna, Hoyvíkar kirkja hevði skrúvuguðstænastu og miðvikufyrilestur við Hera Joensen, og Champions League fótbóltur var í sjónvarpinum. So vit vóru eitt sindur ivasom, hvussu uppmøtingin fór at verða.

Vit settu tó meginprtin av okkara stólum fram kortini, og tað var gott, tí væl varð møtt upp. Eini 80 – 90 foreldur møttu til tiltakið.

Erling Fles, sálarfrøðingur, helt eina avbera góða og læruríka framløgu um “Ung og rúsevni”.

Vit í Hoyvíkar skúla vóru sera væl nøgd við tiltakið og uppmøtingina.

10.11.2026
Toastsøla hósdagin
09.10.2026
3. 4. og 5. flokkanir hava flett
02.10.2026
6.flokkarnir á vísindavøku
29.09.2026
Altjóða læraradagur
25.09.2026
Ársins spælilið
09.09.2026
Evnisvikan 2026