Tíðindi
Stjóraskifti í Hoyvíkar skúla
17/11-2022
Frá 1. januar 2023 - 31. desembur 2023 fer skúlastjórin, Hans Jón Thomsen í farloyvi.
Jens á Skipagøtu, varastjóri, verður settur sum skúlastjóri í hesum tíðarskeiðnum.
Vit í Hoyvíkar skúla fara at sakna Hans Jón, men ynskja honum til lukku og blíðan byr í nýggja starvinum at stjórna hondbóltinum í Føroyum.
Samstundis gleðast vit um, at tað verður okkara varastjóri, sum tekur við, meðan Hans Jón er í farloyvi.
Vit nýta eisini høvið at ynskja Jens hjartaliga til lukku við nýggja starvsheitinum.
Sum skjótast verður farið í gongd við tilgongdina at seta nýggjan varaskúlastjóra í Hoyvíkar skúla.
09.10.2026
3. 4. og 5. flokkanir hava flett
02.10.2026
6.flokkarnir á vísindavøku
29.09.2026
Altjóða læraradagur
25.09.2026
Ársins spælilið
09.09.2026
Evnisvikan 2026
28.08.2026
Kom og hjálp okkum at týna skøru!