Tíðindi
Pisurnar á dagstovninum Sólareygað vitjaðu Hoyvíkar skúla
06/02-2023
Í dag høvdu vit forkunnuga vitjan av pisunum á Dagstovninum Sólareygað. Pisur eru tey børnini, sum skulu byrja í skúla eftir summarfrítíðina, men tað var ikki orsøkin til, at tey vóru og vitjaðu Hoyvíkar skúla. Orsøkin var, at pisurnar vitja arbeiðspláss hjá foreldrum, og ikki færri enn tvey pisubørn hava foreldur, sum starvast í Hoyvíkar skúla, og tí vóru vit so heppin at fáa tey á vitjan ídag. Tey vóru víða um í skúlanum og sóu mest sum hvønn krók. M.a. vóru tey inni hjá 1. flokki og vitjaðu og fingu eitt sindur av inniliti í, hvussu tað er at ganga í 1. flokki.
Vit í Hoyvíkar skúla takka fyri vitjanina, og hvør veit, um vit ikki síggja onkran av tykkum eftir summarfrítíðina.
09.09.2026
Evnisvikan 2026
28.08.2026
Kom og hjálp okkum at týna skøru!
12.08.2026
Vælkomin í 1. flokk!
05.08.2026
Væl afturkomin í skúla
25.06.2026
Prógvhandan 2026
14.06.2026
Virksemisvika